Nú er Felagið Varðin komið meir enn hálva leið við útgávuni av avritum av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum, tí Norðstreymoyar kirkjubók er tann fimta. Hetta er framhald av tí verkætlan sum hevur givið okkum tær báðar kirkjubøkurnar í Eysturoynni, sum komu út 7. juli 2020, og síðani kirkjubókina fyri Norðoyggjar og ta fyri Vágar og Mykines.
Talan er um eina bæriliga bók við 599 blaðsíðum. Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin. Hetta eru haldgóðir upplýsingar, tí Johan G. Mikkelsen, sum er tikin í leikum sum avskrivari av gomlum skjølum, hevur mikið nágreiniliga skrivað hvønn bókstav og hvørt tal, so at trygd er fyri, at tað sum er komið upp á prent, samsvarar við tað sum í handritinum stendur.