Dalurin fagri er skaldsøga um
drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum
fagra, sum altso er Hoydalar. Søgan tekur við um várið 1924, tá ið gentan
Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið
hon verður førd úr aftur dalinum.
Tuberklasjúkan mundi nema við
hvørt einasta húski í Føroyum og setti sín dám á fleiri ættarlið í fyrru helvt
av øldini.
Sjúkan er bast her um okkara leiðir, men nú hava vit so fingið eina
skaldsøgu, sum á sín serliga hátt er við til at varðveita minnið um hesa døpru
tíðina í søgu okkara