Elinborg hevur í nógv ár undirvíst í Tórshavnar Kvøldskúla, bæði at brodera og at binda og gera til troyggju til føroysk klæðini. Tað er í hesari undirvísing, at Elinborg hevur skilt, at tørvur er á undirvísingartilfari.
Bókin er hugsað sum ein vegleiðing hjá teimum, ið binda og virka stimaroyggjur. Hugsanin er eisini, at bókin verður nýtt í undirvísing.