ØLL HAVA OKKURT AT FJALA
Eina ódnarnátt í november verður meistaraverk hjá Mikines stolið á Listasavni Føroya. Stjórin Sára Emmudóttir stendur fyri skotum og má stríðast fyri starvinum og savninum. Loynidómar og rossahandlar koma undan kavi og avdúka skitið spæl í listaheiminum og í politiska umhvørvinum.
Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos hevði eitt skifti sítt egna gallarí. Nú drekkur hann sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar.
Jón Amos kemur á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing, og hann má brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um hann yvirhøvur megnar tað og kemur livandi frá tí.
Sannleikin kann broyta alt.