Henda lítla bók er eitt úrval av fyrilestrum, Jákup Reinert Hansen hevur hildið, eftir at hann kom í starv sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum.
Í mun til vísindaligar greinar hevur tann fólksligi fyrilesturin bæði fyrimunir og vansar. Fyrilesturin hevur t.d. ikki tilvísingar uttan tær, sum so hissini koma fyri í sjálvari framførsluni, og fáur fregnast eftir keldunum, tá ið liðugt er.
Í fyrilestrinum kann vera neyðugt at seta evnið inn í størri høpi, enn greinin loyvir, fyri at áhoyrarin skal kenna seg heima og fáa fulla úrtøku burtur úr søguni, sum søgd verður. Hinvegin ger tann, ið heldur fyrilestur, sjálvur av, hvat verður tikið við, og hvussu tað verður orðað.