"Her ruggar ikki rætt" er skaldsøga um at fóta tær aftur, tá ið húskið verður skrætt sundur av ótrúskapi og hjúnaskilnaði. Um tíðina, sum stendur so ótolandi still.
Skilnaðarskaldsøgan hjá Martinu Haag lýsir bæði vónloysið og øðina við at missa tann, ein elskar, men eisini at tá ið myrkast sær út, kemur tú kortini upp aftur í vatnskorpuna.
Hon fer burtur og roynir at skriva seg burtur úr støðuni, men hon borar seg bara djúpari og djúpari niður í reyðpuntuta jakkan hjá fyrrverandi manni sínum.
Tað er sjáldsamt at lesa eina bók, har sorgin er so nakin, tí hon lýsir eirindaleyst, hvussu tað kann vera at liva við ótta, og hvussu meint eitt samlívsslit kann vera fyri tann, sum verður settur eftir ímóti sínum vilja.