Yrkingasavnið handfer somu temu sum leikritið Gentukamarið, men víðkar og legggur aftrat, og eisini her skyggja tekstirnir millum humor, spei og djúpasta álvara. Tað lyriska tekstslagið loysir yrkjaran heilt frá avmarking í tíð og stað, og úrslitið er persónssøga, ættarsøga og heimssøga. Yrkingarnar lova mynda- og upplýsingafossinum í heimligu og alheimsligu netmiðlunum inn og lofta sær harvið beint inn í okkara tíð. Og tað verður ikki breitt útyvir, tá innlitið gerst óunniligt.