Jan-Allan Müller verður føddur í Havn í 1969. Hann veksur upp sum einkabarn í Tippinum í Vági. At mamman er sjúk, og pápin drekkur, fyllir nógv.
Fótbóltur verður bløðruta frírúmið hjá Jan-Allani.
Inn á vøllinum roynir Jan-Allan eisini av øllum alvi at vinna viðurkenning frá pápanum. Men drongurin er og verður verandi einsamallur.
Tá ið hann kennir, at øll svíkja, blívur Jan-Allan sín egni einmansherur.
Bardagin ber hann gjøgnum baldruta ítróttalívið inn í eitt yrki við nógvum pengum - og haðan út í skommina sum avdúkaður lúrari og fongsulsdømdur svikari.
Ferðin endar við andláti og endurføðing.
Saga JAM er 397 síður. Bókin kann metast sum magnum opus hjá Høgna Mohr.
Ummæli:
"Ein knasandi góð lýsing av eini syndarligari lagnu."
Leivur Hansen, journalistur
“Ein óvanlig saga um inniligan longsil og stórar dreymar borin av rótleysum einsemi.”
Lydia Didriksen, bókmentafrøðingur