Grundbók 1 er høvuðsbók í bókaheildini Ferð á føroyskt, sum er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál. Tilfarið er ætlað næmingum í 4./5. flokki og uppeftir, umframt vaksnum, ið tosa annað mál enn føroyskt, og sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum. Tilfarið fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og talgilda Læraravegleiðing við stig fyri stig vegleiðing, hópin av eyka uppgávum og góðum hugskotum til aktivitetir. Harumframt er eisini ein svarlisti.