Hann kom inn í heimin við ongari tign. Hann hevði verið kendur sum eitt leysingabarn, eitt barn, hvørs foreldur ikki vóru gift. Øll tungumál hava eitt orð fyri leysingabørn, og eingi eru vøkur. Vøgga hansara var eitt matartrog. Tey, sum vóru um hann, høvdu fýra bein. Hann var ballaður í kloddar. Hann varð føddur í einari holu/einum fjósi, útsettur fyri at doyggja, vaks upp sum flóttafólk. Hann doyði við enn minni tign: dómfeldur, sligin, bløðandi, vrakaður, nakin, útskammaður. Hann hevði ongan status. Tign sum ein kongur, er tað síðsta, tú hevði hugsað um Jesus.
Dagin eftir at Jesus doyði, sá tað út til, at tann lítla ávirkanin, sum hann hevði á heimin, skjótt mundi fara at hvørva, men tvørtur ímóti so hevur ávirkanin á søgu mannaættarinnar ikki havt sín líka. Eftir at hann hvarv av jørðini, byrjaði hansara óvanliga ávirkan. Tað er hesa ávirkanina, sum henda bókin er um. Rætt sæð, henda ávirkanin á farna og nútíðar søgu fær mangan hugsanarsaman persón – uttan mun til teirra religiøsu sjónarmið um kristindóm – at spyrja, „Hvør er hesin maður?“
John Ortberg, f. 1957, er amerikanskur høvundur, talari og fyrrverandi samkomuleiðari í Melno Presbyterian Church í Kalifornia. Hann er giftur Nancy Ortberg, sum eisini er høvundur og samkomuleiðari, og saman eiga tey trý vaksin børn. Bókin ’Who is this Man?’ varð, tá ið bókin kom út í 2012, kosin triðjabesta á listanum hjá Amazon við bestu nýggju bókum.