Yrkingarsavnið Oyðilendi snýr seg um at vera tætt upp at einum menniskja, ið spakuliga forferst og hvørvur. Yrkingarnar vórðu til í eini roynd at viðgera kenslur og tankar, sum stinga seg upp, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik.At yrkja hevur givið mær nýggjar og øðrvísi møguleikar at orða kenslur og tankar. At arbeiða við myndamálið og myndbering hevur havt við sær, at eg eri vorðin varug við nýggjan samanhang og eg havi fingið annað innlit í tilveruna.