Tá kom hann fram. Hann gjørdi tað so sjálvsagt, sum var lætt at skilja; hesin heimurin var jú hansara. Hann kom fram úr skóginum eitt lítið sindur handan fyri skíðaslóðina. Hann stillaði seg á mýrijaðaranum millum ein baraldarrunn og eina kryplaða furu. Hann leit varin út um lítlu kavavíddina á mýrini, snaraði høvdinum, so at eg sá vangamyndina við tí ediliga snýðinum, brøttu pannuni og oyrunum, sum stóðu upp í rógv.