Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, táverandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES.
Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum – Maidan – í Kiev. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harðnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.
Ukrainski høvundurin Andrej Kurkov fer við okkum til Maidan í Kiev, frá tí at mótmælini byrjaðu tann 21. november 2013, og sigur okkum frá tilburðunum, sum eru flættaðir saman við heilt vanligar gerandissøgur úr hansara egna lívi.
Í dagbókabrotunum er Kurkov bæði vónríkur og ørkymlaður um hóttandi og óstýriligar kreftir, sum stóri grannin hjá Ukraina eggjar til.
Um rithøvundin:
Andrej Kurkov er føddur í Leningrad í 1961. Hann hevur skrivað 19 skaldsøgur, níggju barnabøkur og um 20 handrit til sjónvarpssendingar. Verk hansara eru týdd til eini 40 mál og givin út í 65 londum. Kurkov er annars eisini viðurkendur viðmerkjari hjá altjóða miðlum eina mest í Onglandi og USA um viðurskifti í Ukraina.