BROT ÚR BÓKINI, JÓGVAN JÚST RASMUSSEN SKRIVAR:
Vit eru í sjeytiárunum í Amerika á trúboðanarstevnu. Ragnar Niclasen og eg sita har afturi í salinum.
Stevnan hevur verið góð. Nógvar góðar talur. Og avbjóðingin – at lyfta upp eygu okkara og síggja markirnar – er komin greitt fram. Eg eri vaktur og spentur at vera við.
...
Óli talar. Hann er øðrvísi enn hinir talararnir. Hann heldur seg til tekstin allan vegin ígjøgnum taluna. Jú, onkrar søgur eru, men tær eru stuttar og viðkomandi. Tú merkir, at hann brennur líka nógv fyri trúboðan sum hinir talararnir, men hann gevur okkum fasta føði, samstundis sum hann heldur okkum til. Ragnar og eg sita við kensluni av, at hetta er okkara maður, vit eiga hann. Vænti, at tit kenna kensluna.
Afturat arbeiði sínum sum leiðari í New Tribes Mission, hevur Óli kunngjørt orð Guds víða um úti í heimi. Persónliga havi eg notið gott av talum hansara, bæði heima í Føroyum, í USA og ikki minst á Filipsoyggjunum. Fyri nøkrum árum síðan fór eg at hugsa um, at tað hevði verið gott at kunna savna talur, sum Óli hevur talað, tá ið hann hevur verið heima, og givið tær út í bók. Eg nevndi tað við Óla. Hann var ikki so áhugaður í tí, helt, at tað fór at síggja løgið út, fór hann at geva bók út við talum hjá sær.
Men eg fekk sannført hann og spurdi so Judy, konu hansara, um hon kundi ljóslesa mær uppritini til føroysku talurnar hjá Óla. Tey, sum kenna Judy, vita, at so skilagóð, sum hon er, so liggja allar talurnar væl goymdar í onkrum faldara á skrivstovuni, og hon veit júst, hvar tær eru. Tey elstu uppritini eru heilt frá sjeytiárunum. Har er týskt skil í. Ein stór tøkk til tykkum bæði fyri at gera bókina møguliga.