Fyrsti partur er “Føroyski báturin”, ið er umrøða av føroyska bátinum og bátasmíði í dag, so sum støðan í Føroyum er í 2023.
Upprunin verður lýstur, og dagsins spurningar verða eisini umrøddir. Teir eru Unesco, hvat hvør einstakur kann gera, hvørjar sømdir kunnu koma
frá landsins myndugleikum, mentunarliga virðið, kappróðrarbáturin, og til
síðst, men ikki minst, hvør støðan er hjá føroyskum bátasmíði í dag, og
hvørji støðu bátasmiðirnir eru í.
Annar partur nevndur “Bátur og bátasmíð” umrøður søguliga partin hjá
føroyska bátinum og bátasmiðunum. Greitt verður frá saman við
viðkomandi tekningum, við heitum á báti, hvussu bátur varð smíðaður
fyrr í Sandavági. Síðan verða bátastøddir og ymisku lutirnir á báti
umrøddir niður í smálutir. Brúkið av føroyska bátinum verður lýst frá
tíðini, róð varð við árum, og til motorar vórðu settir í, eins og viðgjørt
verður hvussu kappróður byrjaði í Føroyum. Tað seinasta í øðrum parti,
“Bátur og bátasmíð”, er um bátasmiðirnar í Sandavági frá 1782 til 2011.
Triði partur í bókini er umrøða av bátasmiðinum Terja R. Jakobsen, sum
vildi taka serstøku uppgávuna á seg, at smíða ein bát undir opnum himli í
Steigartúni í Sandavági, eins og flestu bátasmiðirnir gjørdu fyrr. Báturin,
hann skal smíða, er eitt 5-mannafar. Ígjøgnum summarið 2023 ber til at
fylgja bátasmíðinum, og í Steigartúni eru plakatir settar upp, sum skulu
lýsa føroyska bátin og bátasmíð.
Til seinast í bókini eru talvur, ið lýsa bátasmiðir og bátasmíð í Sandavági.
Eisini er ein navnalisti við heitum á føroyska bátinum, og hann er bæði á
føroyskum, donskum og enskum.
Lagt til rættis hava Heini F. Petersen og Jan Erik Simonsen vegna
Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag.
Tað er Forlagið á Merkrunum í Sandavági, ið gevur út: “Føroyski báturin
– Bátur og bátasmíð”.
Bókin hevur bleyta permu (óinnbundin) og telur 84 blaðsíður og er í
stødd 230 x 230, tvs. ein stødd ímillum A4 og A5.