Bob er ein grísur. Bob elskar at eta.
Bob hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum...
Hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei?
Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill.
Bob er jú bara svangur.
Kom við Svansi-Bob á eina minniliga ferð, nú hann fyri fyrstu ferð fer í býin millum fólk.