Eg helt at tú hevði hugsað um meg hesa løtuna, men tað var ein misskiljing. Tú hevði ongantíð hugsað um meg. Tað sást ikki á mær at eg var keddur um tað, men í mínum innara manni kyknaðu eldar í deyðagrasi, ið vóru torførir at sløkkja. Mín innari maður brann til øsku eftir lítlari løtu.