Tann fantastiski bussurin varð útgivin í Danmark í novembur 2023, og er upp á allar mátar ein risastór søga til børn (og vaksin) í øllum aldri – um megina í hugflogi, skapanarevnum og listini. Ein bussur og eitt verk, sum hevur verið ávegis í 15 ár. Tann fantastiski bussurin er tilnevnd til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.
Í barakkbýnum Ahnstarr City ræður mótloysi. Hús verða rivin niður eitt fyri og annað eftir, og lítli Timo er vorðin so sjúkur, at støðan skjótt er vónleys. Men ein gomul søgn er um landið Balanka, har serligar lekjandi safran-liljur vaksa. Kanska kunnu tær bjarga Timo.
Við kettuni Sprota á odda gera djórini av at byggja ein risastóran buss og fara til Balanka. Hetta verður ein garrvillur busstúrur tvørtur um ótrúlig landsløg, yvir norðpólin, út í stratosferuna og víðari til fantastisk lond í royndini at bjarga lítla Timo, sær sjálvum og restini av heiminum.
Umrøða av Tann fantastiski bussurin
⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️
“Hon er fantastisk, hetta er ársins barnabók, og hon er villasta myndabókin, eg havi sæð í nógv ár!”
Politiken
⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️
“Allarbesti barnabókarithøvundurin í Danmark hevur gjørt sína bestu bók við hesum lívsverkinum.”
Berlingske