Victor hevur altíð havt áhuga í máli, bæði føroyskum og fremmandamálum, og hevur honum dámt væl at skriva, týða og yrkja. Hann hevur skrivað rættiliga nógvar yrkingar ígjøgnum árini – og ikki minst til serstøk høvi, føðingardagar, brúdleyp, veitslur o.a.
Yrkingasavnið ber heitið „Lívsins Ferð“, tí at tað mesta av innihaldinum júst á onkran hátt snýr seg um lívið – heilt frá barnaárum.
Yrkingarnar eru 55 í tali og yrkingasavnið er 141 síður. Íblásturin til yrkingarnar er sjálvandi ógvuliga ymiskur, alt eftir hvat innihaldið snýr seg um. 13 tey fyrstu versini av longu yrkingini, sum er 73 vers tilsamans, kunnu vit kalla eitt preludium, har nomið verður við barnaárini, og hvussu skjótt tey hvurvu.
Fyri ein part hevur tað, sum rørir seg í samfelagnum á ymiskan hátt, eisini verið eitt slag av íblástri, bæði tá tað snýr um vanliga lívið manna millum, um fiskivinnupolitik, eitt sindur um fjølmiðlarnar og javnstøðu, tvær yrkingar eru um P-talið, eitt sindur um andalig viðurskifti, og fýra vísa til ávís brot í Skriftini. Tað er ikki heilt frítt fyri, at Søren Kierkegaard eisini hevur verið við til at ávirka onkra av yrkingunum.