Huckleberry Finn gongur fyri
vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk
burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj
úti í Mississippi. Har hittir hann Jim, nekaratrælin, sum er rýmdur. Teir gera
ein flaka, og saman sigla teir oman eftir ánni og vóna at finna frælsi og
sømilig kor.
Bókin er ein klassikari og ógvuliga stuttlig. Hon lýsir væl
viðurskiftini hjá svørtum fyri mongum árum síðani í amerikansku suðurstatunum.