Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur. Umframt beina tíðarrøð eru tað evropeisk mentasøgulig og bókmentasøgulig sjónarhorn, sum liggja aftan fyri bygnaðin, og í viðgerðini verða teir føroysku tekstirnir hildnir upp ímóti hesum rákum.
Uml. 115 síður í pappírsbókini