Tað er Malan Jóhanna Østerø í Klaksvík, ættað av Trøllanesi, sum hevur skrivað bókina.
Tað er so heppið, at tað finst nógv keldutilfar um hesa søgu, sum bókin snýr seg um. Hetta er fyrst og fremst brævaskifti, sum ættarfólk hava verið so framskygd at varðveita.
Høvuðspersónurin í bókini er Anna Sofía Joensen, men annars er bókin ein áhugaverd lýsing av lívinum í tá fjarskotnu bygdini Trøllanes.
Anna Sofía var ommusystir Maluna. Hon tók við húsarhaldinum í Innistovu, eitt av teimum trimum húsunum á Trøllanesi, tá ið omman, Marin Malena, doyði á ungum árum frá sjey børnum. Maður hennara var Jógvan Joensen, ættaður av Syðradali.
Anna Sofía varð kallað mostir av børnunum hjá systrini, men hjá teirra 21 børnum bleiv hon ”ommudidd”. Og sum frá leið bleiv hon ”ommudidd” hjá øllum, sum kendu hana, og øll høvdu ta størstu virðing fyri henni við tí myndugleika, sum hon hevði.
Bókin snýr seg fyrst og fremst um Ommudidd og annars um fólk og umhvørvið har norðuri. Tað er eingin ivi um, at tað var Ommudidd, sum stýrdi húsinum í Innistovu, og sum tískil eisini hevði stóra ávirkan í allari bygdini. Hesum verður greitt frá í bókini, har tað eisini eru nógvar myndir, sum lýsa gerandisdagin á Trøllanesi, sum hann var tá.