»Nær fara tykur at geva út okkurt av tí, sum Palli í Tøðuni skrivaði?«. Soleiðis ljóðaði spurningurin til familjuna hjá hesum merkismanni. Fríggjadagin, 18. Juli 2008 vóru liðin júst 100 ár síðani Joen Pauli Thomasen varð borin í heim. Eitt av tí, sum honum dámdi sera væl, vóru bókmentir og søga. Sagt verður, at longu á ungum árum las hann og keypti hann alt tað sum kom út á føroyskum ella hevði við Føroyar at gera. Her var talan um vísur, sangir, tættir og kvæðir í hópatali, sum vórðu skrivað upp í vísu- og kvæðabøkur, serliga um talan var um Vágsbygd og fólk úr bygdini og Suðuroy. Ikki nóg mikið við tað, hevur hann eisini savnað saman fólkateljingar, yvirlit yvir nær fólk eru fødd, deyð, gift og annað, umframt ættargreiningar og bygdarsøgu. Haraftrat hevur hann sjálvir skrivað og yrkt ein hóp í bundnum og óbundnum máli. Nógv av hesum hevur inntil dags dato ikki verið alment tilgeingiligt, men tað er tað nú vorðið í bókini »Eg lítil sat á móður knæ«.