Ein fitt søga um skriðandi gestin, sum herjar á serliga hesa tíðina á árinum. Man tað ikki henda teimum flestu, at tey sjálvi ella onnur í húsinum fáa lýs? Foreldur fáa ein hvøkk, tá ið barnið fyrstu ferð kemur heim úr skúla ella av stovni við brævi um viðgerð fyri lús, og enn størri hvøkk fáa tey, um tey finna lús á barninum. Halda kanska, at tað er skittligt, flóvisligt og ófínt. Henda fitta bókin lýsir skriðandi gestin á ein stuttligan hátt, og hon kunnar eisini um viðgerð móti sama óynskta gesti. Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt úr enskum.