Hetta úrvalið er gjørt við støði í tíðarleysu tonkunum hjá hesum kendu heimspekingum. Tað er gjørt við tí í huga, hvønn týdning teir hava havt seinni í hugmyndasøguni, og hvat ið teir kunnu hava at siga okkum í dag og í framtíðini. Høvundurin sigur: Teir, sum eg havi valt burturúr, eru heilt einfalt teir, sum eg sjálvur havi hildið vera bæði týdningarmiklar og hava givið mær nógv, tá ið eg las teir. Teir tykja mær litríkir. Mær dámar teir allar, uttan Heidegger. Millum teir heimspekingar, sum verða lisnir á stovnunum í hugvísindaligari gransking eru mangir, sum sjálvir ikki vóru virknir á nøkrum lærdómssetri. Tað er merkisvert, hvussu mangir teir vóru, sum høvdu stikni til lærdu háskúlarnar, og dømi eru um, at álop teirra á universitetsheimspekina eru vorðin klassisk, t.d. Schopenhauers. Aðrir vórðu trokaðir út av lærdu háskúlunum av heimspekiprofessarum, sum sjálvir skjótt vórðu gloymdir. Eg varnist, at í úrvali mínum eru bara tríggir heimspekingar, sum vóru høgt virdir professarar á lærdum háskúla: Kant, Hegel og Barthes. Russell var eisini professari, men misti starvið orsakað av friðareggjan og hjúnalívi, ið ikki sømdi seg. Wittgenstein varð professari, men málbar seg altíð niðrandi um universitetslívið í Cambridge, og starvsfelagarnir mettu hann vera avpartaðan og á markinum til tað, sum teir kundu góðtaka. Eingin úr tí stóra ættarliðnum, sum Descartes, Spinoza, Leibniz, Locke og Hume her umboða, høvdu eydnuna við sær á lærdum háskúla, Fleiri enn teir, sum vit vanliga geva okkum far um, vóru fyri ágangi, vórðu reittir og enntá riknir í útlegd av teimum, sum sótu við politiska valdinum. Rosa Luxemburg varð enntá myrd. Tað er týðiligt, at heimspekingar ofta hava verið mettir sum samfelagshættisligir, meðan teir livdu, og at teir ikki fyrr enn aftaná eru vorðnir virdir, í ávísum førum alment kendir, sum umboð fyri hugsanar- og talufrælsi. At kalla allir mætir heimspekingar hava verið jagstraðir av gudfrøðingum og kirkjum. Einstakir hava ongantíð fingið fyrigeving. Eg havi valt at avmarka úrvalið til vesturheimin, hóast týdningarmiklar heimspekiligar stevnur sjálvsagt eisini hava verið aðrar staðir í heiminum. Men tær hoyra siðvenjum og mentanum til, sum líkjast frá okkara í so stóran mun, at eitt sovorðið yvirlit hevði verið til eina bók av heilt øðrum slag.