Í skaldsøguni letur høvundurin privatsjúkrahúsið Vita Hospital, ið er umbygda hvalastøðin við Áir, vera savningardepil fyri eirindarleysum og kyniskum handli við lívgøgnum frá rændum børnum. Høvuðsevni í bókini er ránnýtsla av lívgøgnum, ið fer fram kring stóran part av heiminum. Men spurningurin um transplantatión av lívgøgnum, sum etiskt-moralskt fyribrigdi, gongur sum reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna. Hendingarnar í ‘Gagnligt lív’ fara fram í Føroyum, Danmark, Sri Lanka og í India.