Í bókini eru stuttir tekstir, nógvar myndir, eitt sindur av mállæru og uppgávur. Bókin er ein byrjanarbók, sum vónandi kann vera ein hjálp hjá útlendingum, sum eru nýkomnir til Føroya. Vónin er, at tað fer at bera til at halda fram og gera eina bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar.