Veðrið hevur altíð havt ovurhonds stóran áhuga millum føroyingar; føroyingar hava í øldir verið nær tengdir at náttúruni, og at vita um veður og vind hevur havt lívsneyðugan týdning – bæði á sjógvi og landi. Nú kemur bók út um veðrið – Veðurlæra, sum fyrst og fremst er ætlað at verða nýtt í undirvísing, men eisini kann verða hent bók hjá øðrum, ið hava áhuga í veðurfrøði. Tey seinastu 100 árini eru gjørd stór frambrot í veðurfrøði – ikki minst hava fylgisveinar gjørt stóran mun. Veðurfrøði hevur soleiðis lyft seg frá einum næstan bert tilhugsaðum støði til at vera áhugaverd vísindi. Í Veðurlæru verður greitt frá ymsu veðurfrøðiligu fyribrigdunum, ið gera seg galdandi, og aftast í bókini eru evnisyvirlit og orðafrágreiðingar, sum kunnu vera hentar hjá bæði leikum og lærdum. Á einum løttum máli verður sagt frá, hví veðrið tíggjar sær sum tað ger, væl stuðlað av góðum myndum.