Bókin er fyrsta tiltaksorðabók, ið savnar orðatøk, orðafelli og vanligar máliskur á føroyskum. Hesin parturin av máli okkara kemur ikki til sín rætt í vanligum orðabókum. Innihaldið er skipað eftir høvuðsorðunum í tiltøkunum. T.D. er orðingin " mongum brestur ætlan " at finna undir leitiorðunum mongum og brestur. Til flestu tiltøkini eru frágreiðingar um merking, eins og upprunin og samanberingar at finna. I bókini er eisini ein danskur leitiorðalisti umframt ein inngangur, ið lýsir evnið nærri.