Tey kvirru, nøtrandi sekundini, áðrenn eg fór at siga hini gomlu frá, helt eg tað vera mítt inniligasta ynski at leggja øll orðini soleiðis til rættis, at tey góvu henni ugga og styrki. Men eg gjørdi tað ikki, tí eg fekk ikki. Tí er tað soleiðis vorðið, at eitt vanligt borð elle eitt av tí forna, dýra slagnum, sum eina várnátt stendur ímillum tvey menniskju og skilur tey, hóast tey sita andlit til andlits,kann avskepla seg í bleiku náttarglæmuni til ein óhugnaligan vígvøll.