- Stórur dentur er lagdur á, at nýggja teoribókin er løtt at lesa, sigur Maria Heradóttir, sum er ritstjóri í Námi. - Teoribók til persónbil, sum heitið er, fer at leggja lunnar undir, hvussu vit orða okkum í bili og ferðslu annars við ótilgjørdum orðum sum kopling, spitari og gir, sum jú øll siga í dagligari talu. Nám hevur staðið fyri útgávuni, sum Erling Isholm, studentaskúlalærari, umsetti úr donskum. Hans Jacob Hermansen, koyrilærari, og Jákup Jacobsen og Asbjørn Berg á Akstovuni, hava veitt málsliga og fakliga ráðgeving. Sum nakað nýtt hevur Tryggingarfelagið Føroyar stuðlað útgávuni. Bókin er til allar næmingar í koyriskúlunum kring landið, men er samstundis eisini ein hent handbók til allar bilførarar og tey, sum hava áhuga í ferðsluviðurskiftum. Bókin er býtt í 10 kapitlar og hevur ferðsluskelti og drúgvan leitorðalista aftast.