Kaggin kollvelti føroyskt felagslív við sínum ágangandi rakstri. Kaggin prikaði tað avgerðandi holið í rúsdrekkalógina, stovnaði eina virðiliga bridgedeild, eitt virðiligt dansifelag og eina virðiliga biljarddeild. Tretivu ár eru liðin, síðan Kaggin varð stovnaður uppi á loftinum á Kondittararínum á Káta Horninum í Havn. Ein spennandi, undirhaldandi, stuttlig og álvarsom søga.