Umframt landakort eru eisini gjørd evniskort uttan úr heimi og úr Føroyum. Fremst í útgávuni eru upplýsingar um at brúka atlasið og yvirlit, ið sýnir sólskipanina. Í føroyska partinum er nýtt føroyakort, sum Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað, og fleiri føroysk evniskort, sum ikki hava verið á prenti áður.Seinasti partur í atlasinum eru hagfrøðiligar upplýsingar úr øllum heiminum og ein umfatandi landafrøðiligur orðalisti.