Hann var stuttligur, bondskur, revsandi, eymur og kærleiksfullur og hevði vaml fyri kávalótum. Hann gjørdist skjótt eitt enfant terrible í føroyska skaldaheimunum. Loyvdi sær at seta spurning við alt, ið tigandi var samstykt sum endaligir sannleikar. Hann vamlaðist við kávalæti, ruspaði í blonku framsíðurnar, dró alt handa rot fram í ljós, men yrkti eisini tær vakrastu kærleiksyrkingarnar og ramligastu kvæðini.
Millum heims og heljar, Lívsins kvæði, Ramar risti hann rúnirnar eru nú í hesari bók.