Heimangerðin
var bara at skriva fyri meg sjálvan, men ein rithøvundur tykist borin til altíð
at skriva fyri onnur. Í
tekstinum stendur lítið upplýsandi um heilivág. Mínum egna, almenningsins og
enntá serfrøðinganna kunnleika um tey túsundtals sløg av hesari „sjúku“ hevði
eg kortini ikki verið førur fyri ella fingið stundir at gjørt grein á.
Hetta
er bara ein frásøgn um kenslurnar og hugmyndirnar hjá einum menniskja á fyrsta
stigi sjúkunnar. Tað hevði glett meg, um bókin hevði kunnað verið at gagni.
- Sven Delblanc (1931-1992)