Hetta var um somu tíð, sum tjóðskaparrørslan var frammi í
Føroyum, og ein nýggj kensla av samleika tók skap, ein tilgongd, sum
brøðrarørslan var óloysiligur partur av.
Í Føroyum er hægsta talið av brøðrum í heiminum, roknað upp
á fólkatal, og víðfevnda luttøkan hjá rørsluni í almennum og mentanarligum
viðurskiftum er uttan líka aðrastaðni.
Báðar hesar týðandi síður av samfelagslívinum hava verið
rættiliga ókendar, men í síni sera slóðbrótandi gransking hevur Tórður Jóansson,
doktari, nú gjørt tær sjónligar.
Neil Dickson, doktari og samskipari í
Brethren Archivist and Historians Network