Bókin Lessons of Islands umbo∂ar eina roynd at lýsa tær mentanarligu og samfelagsligu avbjó∂ingar og tvístø∂ur, sum ey∂kenna smá oyggjasamfeløg, úr einum antropologiskum sjónarhorni. Vi∂ útgangsstø∂i í føroyska nútí∂arsamfelagnum ver∂a ymiskir spurningar vi∂gjørdir og knýttir at vi∂komandi samfelagsvísindaligum ástø∂um. Til dømis ver∂ur hugt nærri at fráflyting og flytføri, familju og samleika, ungdómslívi og alheimsger∂.
Bókin gevur eitt íkast til kjaki∂ um framtí∂arútlitini hjá smáum útja∂arasamfeløgum, sum ofta tykjast mótsagnarkend. Í grundini, sta∂festir bókin, kunnu stór modernað samfeløg eisini læra naka∂ av teimum smáu í tí landafrø∂iliga ‘útja∂aranum’.
Firouz Gaini er ph.d. í antropologi og lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Han hevur farloyvi frá hesum starvinum í løtuni, er í einum 3 ára post. doc starvi á Universitetinum í Tróndheimi, NTNU.