Steinbjørn fer víða, hann ferðast aftur og fram í lívi sínum. Mangt, sum er hent í vaksnamannlívi hansara, verður sett í samband við uppvøksturin, og tað, hann hevur fingið sum barlast í barnaárunum, er mangan nakað, hann sær aftur og skilir, tá ið hann gerst tilkomin.
Í endurminningunum verður
sagt, at barndómurin í áramáli ikki er langur, men minnini kunnu kortini gera
nógv um seg, hvussu lítil og einkisigandi tey tykjast at vera.