Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinnur blaðungar við amerikomonnum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum. Onkrir av hesum monnum starvaðust innan hervaldið, aðrir innan telefyritøkur. Dagny Joensen skrivar í innganginum, at hon mangan hevur hugsað um hesar kvinnur, sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sambandið millum USA og Føroyar ikki var so høgligt tá sum nú. Dagny Joensen fór tí til vesturstrondina av USA at tosa við fýra føroyskar kvinnur, sum nærkast teimum sjeyti. Tær búgva allar fýra í statunum Oregon og Washington, og í fleiri førum heilt nær hvørjari aðrari. Tær siga frá teirra lagnum, maka og børnum, og hvussu lívið hevur verið í USA. Tær flestu eru í dag amerikanskir ríkisborgarar, men siga seg føla seg sum føroyingar og eru stoltar av sínum uppruna. Bókin yður somuleiðis í myndum.