Søren Kirkegaard
(Bók)
Ólavur Rasmussen
Antin Ella
Við hesi bók um Søren Kierkegaard hevur Ólavur Rasmussen gjørt eitt nýbrot í føroyskum bókmentum. Kierkegard var uppreistrarmaður, einari og njósnari í mannasálini.
Kierkegaard umboðaði ein ógvuliga rúmsáttan, jaligan kristindóm, sum stóð í størstu andsøgn til hansara pietistiska uppvøkstur.
Bókin hevur ein føroyskan dám yvir sær, tí hon viðger viðkomandi átrúnaðarlig viðurskifti her á landi.
M.a. Victor Danielsen, sum beinleiðis grundaði sín kirkjustríð á Kierkegaard.
Bókin er prýdd við myndum og tekningum.