Ætlanin við bókini er at vekja áhuga fyri trævøkstri og at vísa á, at tað eru ikki so fáar viðarlundir í landinum, og at tað ber til at planta fleiri trø. Myndir eru av øllum tólv viðarlundunum, umframt av ymsum vøkstrum sum vaksa í viðarlundunum. Tað er væl hugsandi at foreldur, lærarar og námsfrøðingar kunnu fara útferðir í viðarlundum og hava bókina við, hvør veit, kanska onkur kemur fram á eina plantu, sum stendur umrødd í bókini. Ella at alskur til náttúruna økist millum stór og smá.