Kreutzer-sonatan er eitt av seinastu verkum Tolstojs, víðgongdari, trábeittari og meira samanrikið enn nakað annað, hann hevur skrivað. Skaldevnið er: Svartsjúkur hjúnafelagi, sum drepur konu sína, tí hann hevur illgruna um, at hon er skotin í einum øðrum. Lýsingin er bersøgin um kynslig sambond og er eitt álop á vanliga, stirnaða hjúnalagið. Kendur ummælari tók soleiðis til: Hetta er verk, sum við øðisligum villskapi herjar á samfelagið, sum sært dýr, ið hevnir seg fyri tað, tað hevur liðið.