Í Grønlandi hevur verið tosað um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær. ‘Blómudalurin’ sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um Sjálvmorð er næstan vorðin ein ótolandi normalitetur, sum eingin hevur ábyrgd av. Familjurnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakrari almennari skipan.
Hvat er navn mítt …
Eg havi einki navn …
Eg eri bara eitt tal ...
Við Blómudalinum vann Niviaq Korneliussen bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.
⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️
Berlingske
⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️
Jyllands-Posten
❤️❤️❤️❤️❤️
Politiken