So mjúk og so søt..., helt sangurin fram.
Nú stóðu tey niðri í kjallaranum, og uttan stórvegis himpr læt Marjun hurðina upp. Hennar smíl skein sum sól... Hanus royndi at vera tolin, men mátti tosa hart, so hann hoyrdist:
Pætur...Pætur: Gevst við hasum. Tað ber ikki til, at tú kemur heim á nátt og vekir alt húsið."
Tónleikurin og sangurin steðgaðu í somu stund. "Hvat kallaði tú meg? Pætur?"