Ein góð sangbók til fólkaskúlan. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava í felag givið út sangbókina Kular røtur við sangum eftir Steintór Rasmussen o. ø. Edward Fuglø hevur hegnisliga myndprýtt hesa sermerktu útgávu, og soleiðis givið sangunum litir og lív. Í nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Tíðin hevur víst, at sangir sum Hon er omma mín, Karin, Vera og Tey kalla meg Babe eru vorðnir fólkaogn. Flestu tekstirnir bera uppá rím, og løg eru til allar yrkingarnar uttan tvær, har orðini verða rappað. Til barnaárini hoyra sangur og tónleikur, eins og sól og fuglasongur eigur at vera um summarið og jól og kavamenn um veturin. Tí eru Kular røtur eisini ein góð sangbók hjá børnum, ið ganga í skúla. Børnini hava tikið óføra væl ímóti Kulu rótunum.