Hetta er fjórðu ferð, at Sosialurin útgevur árbókina um føroyskan fótbólt, og hesaferð verður tikið samanum eitt sera spennandi ár fyri føroyskan fótbólt.
Føroyar fingu í ár altjóða umrøðu sum sjáldan, tí føroyska kappingin var eitt skifti einasta europeiska kappingin, sum var í gongd, og tí vórðu dystir í Føroyum stroymdir í okkara grannalondum. Eisini avrikaðu føroysk feløg og landslið so væl sum ongantíð í europeiskum kappingum.
Í bókini er samanumtøka av heimligu kappingunum hjá monnum og kvinnum, allar altjóða kappingar hjá feløgum og landsliðum verða umrøddar, og liðmyndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum. Í bókini eru nógvar góðar myndir og sigandi hagtøl frá FaroeSoccer. Avrikini hjá øllum feløgunum í bestu mansdeildini verða umrødd, og profilar og stjørnuskot verða kosin í øllum feløgunum.