Í skreytsavninum eru 20 útvaldir tekstir. Høvundurin hevur skrivað tekstirnar tey seinastu 20 árini. Í bókini eru millum annað samrøður við ekvadorskan forseta, danskan forsætisráðharra og legendariska vinnulívsmannin, Jákup í Lopra.
Eisini eru vit á súluveiðu í Mykinesi, til sjónleik í Havn, til kappróður í Klaksvík og til sjós millum sperðlaðar útróðrarmenn. Koronu-kritikkur og kollsigldur kærleiki eru millum djúparu evnini í bókini.
Mentanargrunnurin fær upp á kjaftin – og tað fáa misteinkiliga íðin mótstøðufólk móti samkyndum levnaði eisini. Ein sera nemandi tekstur er um nobelvinnaran, Niels Ryberg Finsen, eins og vit fáa meiri at vita um stíva standing, føroyska byggilist – ella mangul upp á sama.
Fitta søgan um kioskina hjá Astu er eisini sloppin gjøgnum nálareygað.
Astrid Andreasen hevur myndprýtt permuna, og teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen eiga hvør síni fororð.