Tað gekk drúgv tíð, áðrenn listin kom til Føroya, men tá ið hon loksins kom, var als eingin ivi um góðskuna. (Samuel Joensen-Mikines 1906-79), Ruth Smith (1913-2005) eru tríggir klassikarar í føroyskari list - og tey teljast eisini millum tey fremstu í Norðurlondum. Bókin sigur frá list teirra, og støðið undir søguni eru verk teirra á Listasavn Føroya. Hetta er list, har føroyski veruleikin møtir málninginum.