Táttayrking er aldargomul siðvenja. Tað er løtu borið skemt. Tættir verða av summum mettir sum happing. Summir teirra eru bonskir, og mangir táttayrkjarar eru ógvorðaðir. Tað er serliga galdandi fyri eldri tættir. Nærri vit koma okkara tíð, minni ráir og ómentaðir eru teir. Tættir endurspegla tíðina og fólksins mentan.
Tá ið vit fáa politiskt flokkabýti, verða tættir brúktir sum politiskt amboð. Teir gerast partur av fólkaræðinum.
Skemt snýr seg um at loysa upp tað, sum er tilgjørt og niðurbundið. Lítið nyttar at seta seg at kúra um alt tað, ið ikki gevur meining. So hví ikki grína at tí høpisleysa og seta tað upp á rím? Kabarettir og teiti eru sum ein ventilur, har trýstið onkuntíð má sleppa út.