Hon kom at skóginum, har tey skuldu hittast. Mordarin sat á tumburstáplinum upp afturá við krossløgdum beinum. "Hey, hon sjálv"! Men tað var langt síðan nú, seks dagar síðan. Eitt heilt lív síðan. Nú stóðu tær tríggjar vinkonurnar við grøv hennara. Tær sóu, hvussu kistan varð sigin niður í grøvina. Mold ruddi niður báðumegin við.
Ein av teimum trimum var vís í, at hon visti, hvør mordarin var. Og hon svór so dýran fyri seg sjálva, at hon skuldi støðga honum.